Vit byrja øll við einum og meðan tað hjá summum verður verandi tað sama alt lívið, so eru tað fleiri, ið skifta tað fleiri ferðir gjøgnum lívið. Nøkur hava eitt sum barn, eitt tá tey fara undir lestur, eitt tá tey verða gift, eitt tá børnini krevja meira pláss og eitt, tá børnini eru flutt aðrastaðni.
Men óansæð hvussu nógv vit hava havt, so vita vit altíð hvar tað núverandi er. Staðið, ið man kann altíð venda aftur til. Útgangsstøðið. Har dagurin vanliga byrjar og endar. Har tær minniligu løturnar henda. Eitt stað ríkt við minnum, góðum og ringum. Eitt stað, ið hóast vit eru langt av landi skotin, aldrin fer heilt frá okkum. Vit tosa sjálvandi um okkara heim.
Men hóast vit øll hava eitt heim, so er tað eitt av teimum hugtøkum, ið er rættiliga torført at allýsa. Sambært the Smithsonian Magazine, ið verður útgivið av amerikanska vitanarstovninum av sama navni, er hugtakið heim einans ein roynd hjá okkum menniskjum at skipa og bólka pláss í okkara huga.
- Heima er heima. Og alt annað er ikki heima, skrivaði Verlyn Klinkenborg í greinini í the Smithsonian Magazine aftur í 2012, tá hon skuldi allýsa hugtakið.
Sprotin ger eisini eina roynd at allýsa orðið og veitir eina meira jarðbundna allýsing av orðinum. Heim er staðið, har ein persónur býr.
HEIM1
1 staður har ein býr, heimbýli, heimahús, heimvist, hús, bústaður, heimbygd 2 stovnur (3) fyri fólk ið treingja til hjálp og ikki klára seg sjálv; sms. t.d. barna-, elli(s)-, hvíldar-, lærlinga-, sjómans-, umlættingar-, vallara-
TIKIÐ FYRI GIVIÐ
Óansæð hvussu hugtakið heim verður allýst, so er talan um eitt hugtak, ið er ein so stórur partur av okkara samleika sum menniskja, at tað í okkara máli verður tikið fyri givið, at ein persónur hevur eitt heim. Um ikki, so verða onnur lýsingarorð sett á tey, ið staðfestir, at tey ikki hava eitt heim.
Um ein føroyingar ikki hevur eitt heim, so er heimleysur mest vanliga orðið at lýsa viðkomandi. Og meðan flestu mentanir á okkara leiðum hava sama hugburð um heim sum vit, so eru tað nakrar mentanir kring heimin, at heim ikki er eitt fast fysiskt stað. Teir fólkabólkarnir verða vanliga nevndir nomadar.
Sum heild í vesturheiminum verður tó tikið fyri givið, at øll hava eitt heim, og er virksemið í heiminum eisini fevnt av yvirlýsingini um mannarættindi hjá Sameindu Tjóða frá 1948. Í §12 í ST-mannarættindayvirlýsingini verður staðfest.
- Eingin eigur at vera fyri tilvildarligari uppílegging í persónlig viðurskifti, heimalív ella brævaskifti, ei heldur fyri æruskemd ella útspilling. Øll eiga rætt til lógarvernd fyri slíkari uppílegging ella ágangi.
SKAPA OKKARA EGNA HEIM
Hvussu hugtakið verður lýst og ikki, so er tað í stóran mun vit sjálvi, ið avgera hvussu okkara heim sær út. Tað eru vit sjálvi, ið avgera hvar tað er, hvussu tað sær út, hvat tað inniheldur og hvørji onnur menniskjur búgva har.
Heimið lýsir hvørji vit veruliga eru. Tað endurspeglar okkara samleika, tað okkum dámar, okkara søgu og hvaðan vit koma frá. Meira enn nakað annað kann tað fortelja øðrum hvørji vit eru.
Og eins og øll menniskjur eru ymisk, so eru øll heim eisini ymisk. Tí tey endurspegla okkara samleika, sum persónar og familjur. Tað er tað, ið ger heima heima.