Her er nýggi stjórin á Bústøðum

Stýrið fyri Bústaðir hevur sett Jógvan Ósá í starv sum stjóri á Bústøðum.

Hesum boðar Teitur Samuelsen, formaður í Bústøðum, frá í morgun.

 

Jógvan er 38 ára gamal, útbúgvin Cand Tech., byggifrøðingur og húsasmiður.  Jógvan starvast í løtuni sum tekniskur stjóri hjá  Klaksvíkar Kommunu og áðrenn tað, var hann tekniskur stjóri hjá Eystur Kommunu. Jógvan byrjar í starvinum hjá Bústøðum seinast 1. oktober.

 

Um Bústaðir:

 

Bústaðir hevur til endamáls at stimbra bústaðarpolitikk landsins við at fremja bústaðarbygging í Føroyum. Bústaðir er ein týðandi partur av menningini á føroyska bústaðarmarknaðinum, og arbeitt verður miðvíst við verkætlanum, sum kunnu økja um talið av bústøðum í landinum.

 

Uppum 500 íbúðir kring landið

 

Fyrsta dagin kemur tal á íbúðum, sum Bústaðir bjóðar kring landið, uppum 500.

 

Nýggju byggiverkætlanir við ársbyrjan

 

Við ársbyrjan í 2024 vóru nýggju byggiverkætlanir í gongd, við 179 nýggjum bústaðareindum.

 

39 íbúðir higartil í 2024

 

Tríggjar byggiverkætlanir við 39 íbúðum eru liðugt bygdar og útleigaðar higartil í 2024; sjey í Streymnesi og 32 í Havn.

 

54 íbúðir afturat í 2024

 

Í 2024 verða tríggjar byggiverkætlanir lidnar afturat við 54 íbúðum; harav 35 íbúðir Havn og 19 íbúðir í Fuglafirði.

 

Í 2025 verða 86 bústaðareindir lidnar á Toftum, Klaksvík og í Havn.