Tað fer helst at taka sína tíð við grindini í dag. Jonhard Danielsen, sum hevur verið við í grindini, heldur, at talan helst er um einar 200 til 250 hvalir, men tað er trupult at meta um talið í løtuni.

Stór grind lagt beinini í Hvannasundi

Lítið er at ivast í, at tað verða fleiri, sum fara at fáa ein góðan grindabita úr grindini í Hvannasundi í dag.

Tað fer helst at taka sína tíð við grindini í dag. Jonhard Danielsen, sum hevur verið við í grindini, heldur, at talan helst er um einar 200 til 250 hvalir, men tað er trupult at meta um talið í løtuni.

Ein stór grind, sum helst er oman fyri 200 hval, hevur í dag lagt beinini.

Tað var tíðliga í morgun, at grindin var funnin út fyri Viðvík og varð rikin inn á Hvannasund.

Sum skilst, er nógv grind frammanundan á Hvannasunsdsleiðini.

Tí verður grindin býtt í drápspartar, til grannakommunur og eisini út í onnur øki í Føroyum.

Lítið er at ivast í, at tað verða fleiri, sum fara at fáa ein góðan grindabita úr grindini í Hvannasundi í dag.

##med2##