Hergeir Teitsson vart ph.d. á DTU Space

Hergeir Teitsson vardi fríggjadagin 18. oktober ph.d.-ritgerð sína á DTU Space, skrivar gransking.fo.

 

Ritgerðin ber heitið: “Geoid Determination for Precise Satellite Height Measurements”.

 

Hergeir sigur soleiðis um sítt granskingarøki:

 

"Hæddarskipanir á landi eru knýttar at tyngdarfeltinum á jørðini og staðbundnu frábrigdum tess og vísa vanliga til staðbundna miðal sjóvarmálan, sum eisini nevnist geoidan. Men GPS/GNSS tøkni mátar hæddir í mun til tað sonevndu referensuellipsoiduna, ein støddfrøðiligan jarðarmyndil, ið globalt víkur frá miðal sjóvarmálanum við ±100 metrum (t.d. millum 55,5 og 57,0 metrum í Føroyum). Fyri at smidliga og neyvt kunna nýta GPS/GNSS tøkni í mun til staðbundnar hæddarskipanir er tískil alneyðugt við neyvari tyngdarfeltsmodellering. Hæddarskipanir hjá londum vísa aloftast til ymiskar staðbundnar sjóvarmálar/geoidur og gevur hetta ósamsvar millum hæddarmátingar millum grannalond. Altjóða hæddarreferansuskipanin IHRS (International Height Reference System) varð ásett í 2015 fyri at loysa hesar trupulleikar og at ávísa ein standardiseraðan leist. 

 

Ph.d.-ritgerðin savnar seg um eina røð av ymiskum fyribrigdum, ið kunnu betra neyvleikan á geoidum: geoidu modellering, innsavning av tyngdardátum, røkt av tyngdarkervum og sameining av lokalum hæddarskipanum í eina altjóða hæddarskipan. Høvuðsdentur er á økið, sum fevnir um norðurlond og baltalond, Danmark, Føroyar og Grønland. Høvuðsúrslitini fevna um dagføringar av staðbundnum geoidumyndlum, eyðmerking av sannlíkum hallum í nivellerings-netunum í Danmark og Lettlandi, tyngdarkraftsmátingar í flogfari í Namibia og Malaysia, og sambinding millum ávíkavist donsku, føroysku og grønlendsku hæddarskipanirnar og IHRS."

 

René Forsberg, professari á DTU Space, hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Tim E. Jensen og Gabriel Strykowski, báðir á DTU Space, hava verið hjávegleiðarar, skrivar gransking.fo.

 

Í metingarnevndini vóru

 

Ole B. Andersen, professari á DTU Space

Mirjam Bilker-Touvula, professari á Finnish Geodetic Institute, Finland

Ove Omang, granskari á Statens Kartverk, Norra

 

Jonathan Frank Kirby, professari á DTU Space, leiddi verjuna.

 

Les meira um Hergeir Teitsson her