Heri Guttesen 50 ára starvsdag

Í gjár, týsdagin 2. januar, vóru liðin 50 ár síðan Heri Guttesen byrjaði at arbeiða hjá Reyni Service.

 

Heri er føddur og uppvaksin í Havn. Hann hevur altíð havt sera stóran áhuga fyri bilum, og har var einki ivamál um, hvat hann skuldi læra til. Hann byrjaði at arbeiða hjá Reyni Service í Rættará í 1974, sum 17 ára gamal. Hann byrjaði á eykalutagoymsluni, og níggju mánaðir seinni fór hann í læru sum bilmekanikari á verkstaðnum.

Eivind av Reyni hevði tá yvirtikið bilasøluna eftir pápan, Sigird av Reyni, sum stovnaði fyritøkuna í 1947 og framvegis var virkin og arbeiddi har. 

Heri hevur arbeitt hjá Reyni Service øll árini síðan. Hann hevur stóran áhuga fyri sínum starvi og er dugnaligur og nærlagdur. Hann hevur eisini fylgt væl við í mekanisku og tøkniligu menningini av bilunum hesi seinastu 50 árini.

Heri hevur serlig evnir at leggja til merkis og at minnast. Hann minnist næstan hvønn einstakan bil langt aftur í tíðina. Hann kennir eisini nógv fólk. Hann hevur gott handalag og er sera hjálpsamur, tá ið ræður um biltrupulleikar. 

Tá Heri byrjaði hjá Reyni Service seldi fyritøkan ensku Morris bilarnar. Í 1978 flutti Reyni Service í nýggj hølir í Hoyvík, og í 1980 fingu teir umboð upp á Toyota.

Heri er sonur Herborg, f. Andreassen, og Petur Guttesen, bæði úr Havn. Hann er giftur Elisabeth, f. Øregaard úr Fuglafirði. Tey eiga tríggjar døtur: Herborg, Karolina og Hanna, umframt ommu- og abbabørn.