Hesir tríggir skulu venja ungdómin í NSÍ

NSÍ hevur í kvøld sett tríggjar høvuðsvenjarar til ungdómsliðini fyri dreingir, sonevndu U15, U17 og U21.

Talan er um ávikavist Einar Tróndargjógv, Oddur Højgaard og Jann Martin Mortensen.

 

– Teir eru allir vælkendir fyri teirra leiklut sum leikarar fyri besta mansliðið hjá NSÍ, og nú koma teir at brúka hesar royndirnar at venja og menna ungu leikarar, skrivar NSÍ á heimasíðu síni.

 

Jann Martin hevur venjaraprógv, og hevur eisini í nøkur ár havt ein venjaraleiklut í felagnum, bæði hjá ungdómsliðum og vaksnum liðum. Einar hevði í fjør ábyrgdina av U13 liðnum fyri dreingir. Hann og Oddur taka í løtuni venjaraskeiðið "Leikaraleiðin", ið er fyri fyrrverandi leikarar.

 

– Vit í felagnum gleðast um at fáa tílíkar nærlagdar og dugnaligar venjarar at taka sær av menningini og trivnaðin av okkara ungu leikarum. Tykkum verður ynskt alt tað besta í tykkara leikluti sum ungdómsvenjarar í felagnum, siga tey úr NSÍ.