Hetta vita vit um flogvanlukkna í Washington

Enn eru nógvir ósvaraðir spurningar, eftir at eitt flogfar við 64 fólkum umborð datt niður nærhendis Washington, D.C.

Eitt bjargingarátak varð sett í verk í ánni Potomac beint eftir flogvanlukkuna í gjárkvøldið lokala tíð. Myndugleikarnir vænta ikki longur at finna nakran á lívi. - Mynd: Carlos Barria

Eitt ferðafólkaflogfar við 64 fólkum umborð rendi í nátt saman við eina hernaðartyrlu nærhendis Washington, D.C.

Á tíðindafundi seinnapartin segði tilbúgvingini, at tey vænta ikki at finna nakran á lívi.

Her kanst tú lesa meira um, hvat vit vita um vanlukkuna - og hvat vit ikki vita:

 

Vit vita, at:

* Mikukvøldið lokala tíð rendi eitt økisflogfar hjá American Airlines saman í luftini við eina Black Hawk tyrlu frá amerikanska herinum.

* Hendingin fór fram nærhendis innanríkisflogvøllinum Ronald Reagan Washington National Airport nærhendis amerikanska samveldishøvuðsstaðnum, Washington D.C.

* Flogfarið var farið avstað úr Wichita í Kansas og fyrireikaði seg til at lenda á Ronald Reagan flogvøllinum í Washington.

* Løgreglan í býnum sigur, at mikudagin umleið klokkan 20:53 lokala tíð - klokkan 1:53 okkara tíð - fingu tey fleiri fráboðanir um flogvanlukku.

* Ein videoupptøka av hendingini vísir ein myrkan kvøldarhimmal, har tað sær út til at eitt flogfar knappliga spreingist. Sjónbandið hevur verið deilt av millum annað NBC News.

* Flogfarið dettur niður í ánna Potomac, har hitin í vatninum er beint omanfyri frostmarkið. Bjargingararbeiði í ánni varð beinanvegin sett í verk.

* Seinnapartin í dag okkara tíð boðaði alarmsentralurin frá, at 28 deyð eru funnin higartil. Roknað verður ikki við, at nakar verður funnin, sum er komin frá vanlukkuni á lívi.

* American Airlines upplýsti umleið tveir tímar eftir vanlukkuna, at tað vóru 60 ferðafólk og fýra manningarlimir umborð.

* Amerikanska listskoytusambambandið sigur, at fleiri limir og familjur og venjarar teirra vóru umborð á flogfarinum.

* Ein ónevnd kelda frá amerikanska herinum upplýsir, at tað vóru tríggir hermenn í hernaðartyrluni, sum vóru við í vanlukkuni.

* Ein tíðindafólk frá neyðhjálpartænastuni í høvuðsstaðnum sigur, sambært CNN, at tyrlan var á venjingarvenjing, tá vanlukkan hendi.

* Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fingið kunning um vanlukkuna. Hann takkar tilbúgvingarfólkunum, sum luttaka í bjargingararbeiðinum.

Vit vita ikki:

* Orsøkin til samanstoytin er ikki greið. Sambært amerikanska samferðslumálaráðharranum flugu bæði tyrlan og flogfarið vanliga áðrenn samanstoytin, og klárt var í veðrinum.

Keldur: BBC, CNN, NBC tíðindi, Reuters.

 

/Ritzau/

 

Eitt bjargingarátak varð sett í verk í ánni Potomac beint eftir flogvanlukkuna í gjárkvøldið lokala tíð. Myndugleikarnir vænta ikki longur at finna nakran á lívi. - Mynd: Carlos Barria