Heystglóð í Klaksvík komandi leygardag

- Mentanarvikan Heystglóð endar við einari sera spennandi mentanarnátt í Klaksvík leygarkvøldið 19. oktober, siga tey á Norðoya Kunningarstovu.

 

Sjálv mentanarnáttin Heystglóð verður í Klaksvík leygardagin 19. oktober, sum er leygardagin komandi.

 

Seinastu mánaðirnar hevur Norðoya Kunningarstova arbeitt við einum nýggjum átaki, sum kallast Heystglóð.

 

Hetta snýr seg um eitt  vinnu- og mentanarátak fyri børnum og vaksnum í heystfrítíðini.

 

Heystglóð er eisini ein mentanarvika, sum byrjaði farna leygardag, 12. oktober, tá skúlarnir høvdu fingið heystfrí.

 

Í vikuni hava nógv ymisk tiltøk verið á skránni, og vikan endar við einari sera spennandi mentanarnátt leygarkvøldið 19. oktober.

 

Tá fara handlar, fyritøkur, sjúkrahús, brandstøð, politistøð og onnur lata dyrnar upp fyri einum fjølbroytnum og spennandi degi og kvøldi.

 

Leygarkvøldið verða tvær serstakar konsertir – stovukonsert við Heiðriki í gomlu húsunum hjá Waag og Frændur fara eisini á pall í nýggja róðrarneystinum.

 

Norðoya Kunningarstova sigur, at skráin sæst á https://visitnorth.fo/ og á Facebook-vanganum Heystglóð.

 

- Øll eru vælkomin á Heystglóð, siga tey á Norðoya Kunningarstovu og leggja aftrat, at her er mangt spennandi og forvitnisligt á skrá.