VIDEO: Flotti 1-0 sigurin hjá U21-landsliðnum á Hvítarusslandi

(Video) Síggj samandrátt frá U21 EM-undankappingardystinum Føroyar-Hvítarussland 1-0 (1-0)

Fótbólts-Føroyar fegnast um enn eitt gott avrik hjá føroyska U21-landsliðnum. 

 

Í kvøld vann U21-landsliðið 1-0 á Hvítarusslandi á Tórsvølli, og endaði á einum fjórða plássi í bólki G við 10 stigum. Talan er um triðu ferð í søguni, at eitt føroyskt U21-landslið fær eitt tveysiffrað stigatal í einari EM-undankapping.

 

Sigursmálið skoraði Noah Mneney við einum góðum stútara í 36. minutti.

 

HER  ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá stroymingini hjá hvítarussiska fótbóltssambandinum frá flotta sigrinum hjá føroyska U21-landsliðnum:

 

##med2##

 

Føroyar – Hvítarussland 1-0 (1-0) - U21 EM-undankappingardystur

 

1-0: Noah Mnenéy 36.

 

Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Ási P. Dam, Gullbrandur Øregaard, Børge Petersen, Elias Rusborg,  Martin Agnarsson – Áki D. Samuelsen (Leivur Fossdal Guttesen, 56.), Emil Weihe Joensen (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 56.), Noah Mnenéy, Olaf Báðrarson (Beinir Nolsøe, 82.) – Jørgen Nielsen (Gutti Dahl-Olsen, 89.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jóanes Eyðfinnson Davidsen, Jákup N. Vilhelmsen, Bergur J. Poulsen, Ejvind Restorff Mouritsen, Jens Erik Bruhn

 

Gult kort: Emil Weihe Joensen

 

Venjari: Eyðun Klakstein

 

Hjálparvenjari: Atli Gregersen