Hillerød vann á FCK - Pingel var sigursmálskjútti

Føroyingaliðið vann ein flottan sigur á stórliðnum úr Keypmannahavn

Fyri løtu síðani var venjingardysturin á venjingarvøllinum hjá FCK millum FCK og liðið hjá Adrian Justinussen og Daniel Johansen, Hillerød liðugur.

 

Hillerød úr næstbestu deildini vann ein flottan 1-0 sigur.

 

Fyrrverandi B36- og HB áleyparin, Sebastian Pingel skoraði sigursmálið í 15. minutti.

 

Adrian byrjaði inni fyri Hillerød. Daniel spældi allan seinna hálvleik.

 

Í steðginum skifti FCK seks leikarar út, men Hillerød knógvaði kortini sigurin heim.

 

Komandi leygardag klokkan 12 spælir Hillerød venjingardyst móti Næstved á útivølli.

 

Kappingin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini byrjar 21. juli.