Ítróttarstjórin í NSÍ: Eg gevist

– Slíkur atburður hoyrir ikki heima á fótbóltsvøllinum, sigur ítróttarstjórin í NSÍ

Mest umtalaða hendingin í føroyskum ítrótti seinastu vikuna hevur verið hendingin í Runavík, tá ið ítróttarstjórin hjá NSÍ leyp fram av eftir dystin millum NSÍ og KÍ í Betrideildini hjá monnum.

 

Dysturin var lívligur og hendingaríkur, og eftir dystin vóru NSÍ-spælarar og -viðhaldsfólk misnøgd við nakrar avgerandi dømingar. Mest misnøgdur var ítróttarstjórin hjá NSÍ, sum í fleiri førum mótmælti harðliga og vildi sleppa fram at dómaranum. Vaktir og hjálparfólk steðgaðu honum.

 

Nú boðar ítróttarstjórin frá, at hann gevst í starvinum.

 

– Sum avleiðing av hesi hending steðgi eg sum ítróttarstjóri hjá NSÍ. Eg ynski í hesum sambandi at verða leysgivin fyri allar uppgávur fyri felagið pr. dags dato, sigur ítróttarstjórin.

 

Hann hevur sent hetta skriv til starvsnevndina í NSÍ:

 

 

 

Góða starvsnevnd

 

Eg skrivi í sambandi við nógv umtalaðu hendingina til landskappingardystin millum NSÍ og KÍ fríggjakvøldið 28. juni 2024.

 

Í kunningarskrivinum frá starvsnevndini á heimasíðu felagsins 2. juli 2024 skrivar nevndin, at felagið tekur staðiliga frástøðu frá hesi hending. Víðari verður skrivað, at slík hending má og skal ikki koma fyri, og at nevndin vil gera sítt fyri, at so er.

 

Eg harmist sera nógv um hendingina, og vil við hesum biðja um umbering til starvsnevndina, felagið, vaktirnar, leikararnar, dómararnar, FSF og øll viðhaldsfólkini hjá NSÍ. Eg taki undir við almenna skrivinum hjá starsvnevndini, og eg taki tað til eftirtektar. Slíkur atburður hoyrir ikki heima á fótbóltsvøllinum. Eg traðkaði veruliga við síðunar av. Hatta var ikki í lagi.

 

Sum avleiðing av hesi hending steðgi eg sum ítróttarstjóri hjá NSÍ. Eg ynski í hesum sambandi at verða leysgivin fyri allar uppgávur fyri felagið pr. dags dato.

 

At enda vil eg gjarna takka fyri øll árini í NSÍ - bæði sum leikari, nevndarlimur og ítróttarstjóri.

 

Vinarliga

 

Eyðstein Skipanes