Tað er gulldeymur í Sarpugerði

Víkingur hevur í kvøld møguleika at taka stórt fet fram ímóti FM heitinum, sum dagsins mótstøðulið er einasti avbjóðarin at taka frá teimum í Eysturkommunu

Fótbóltslíkindini eru fín, og tað eru tvey tey bestu liðini higartil í ár í føroyskum fótbólti, sum bresta saman í Sarpugerði í kvøld. Fyrsta bríksl verður klokkan 18.30.

 

HB hevur tvær ferðir fyrr í ár verið í Gøtu. Fyrru ferðina endaði tað 2-1 ti heimaliðið í landskappingini, og seinnu ferðina varð seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið avblást miðskeiðis í seinna hálvleiki. Veðrið at spæla fótbólt var ov vánaligt, og nýggj hálvfinala er ásett at vera mikudagin 22. august. HB vann fyrru hálvfinaluna í Gundadali 1-0.

 

Í kvøld snýr dagsskráin seg um, um frástøðan í summarsteðginum frá Víkingi og aftur til næsta avbjóðaran verður seks stig, ella um HB við sigri í kvøld aftur fer at leggja upp á síðuna á Víkingi. Fyri FM kappingina kom tað illa við hjá HB, tá ið tað endaði við 1-0 tapi á Svangaskarði.

 

Hjá Víkingi vóru Signar á Brúnni og Martin Klein Joensen á næstbesta liðnum, sum í gjár vann 1-0 í Trongisvági. Teir hava báðir verið skaðadarvaðir. Í 4-0 heimasigrinum ímóti EB/Streymi var Sølvi Vatnhamar alla tíðina á beinkinum. Í kvøld verður hann millum teir fyrstu ellivu. Jákup Johansen hevur ikki verið við seinastu ferðirnar, tí hann er skaddur.

 

Liðið hjá Víkingi hevur verið væl fyri alt kappingarárið. HB liðið er øgiliga nógv ment, síðani tað 15. mars endaði við 2-1 tapi í Gøtu. Síðani tá og fram til 1-0 tapið á Toftum síðsta fríggjakvøld vann HB allar dystirnar.

 

Fyrr í vikuni fór álopsspælarin Jakob Johanesson av landinum. Í gjár boðaði HB frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Jákup L. Thomsen. 26 ára gamli álopsspælarin er komin fyri seg aftur, eftir at hann í fjør var illa skaðaplágaður. Emmanuel Duah og Bartal Wardum eru skaddir.

 

Víkingur – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.30.