Hon er terapeutiskur leiðari í Veks

Sarita Vesturdal Vesturtún er sett sum terapeutiskur leiðari í eldrasamstarvinum VEKS, sum fevnir um borgarar í Vestmanna- , Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunu.

 

Sarita er 33 ár, hon er útbúgvin fysioterapeutur og hevur seinastu árini arbeitt á Landssjúkrahúsinum, umframt at hon eisini hevur arbeitt uttanlands. Hon er ættað av Eiði og býr í Hósvík.

VEKS hevur lagt eina langtíðarætlan fyri, hvussu eldraøkið kann mennast og skipast. Ein liður í hesum arbeiðinum er at uppraðfesta terapeutiska økið. 

- Eg søkti starvið, tí eg haldi tað vera eina sera spennandi uppgávu at menna tað terapeutiska økið saman við einum terapeutiskum toymi. Økið liggur mínum hjarta nær, sigur nýsetti leiðarin. 

Tað verða støðugt fleiri eldri borgarar, og tað er sera umráðandi, at tey hava eitt heilsugott, virkið og innihaldsríkt lív. Í langtíðarætlanini hjá VEKS er grundsjónarmiðið, at tey flestu klára seg heima, um tey fáa røttu tænastuna. Tí skal fyribyrging, samdøgurtænasta, sosialt virkni og endur- og viðlíkahaldsvenjing setast í fasta legu.

- Tað hevur alstóran týdning at fyribyrgja førleikamiss og sjúku við heilsufremjandi átøkum, so ellisárini verða so góð sum gjørligt. Fólk eru ymisk, so tað er umráðandi at síggja hvørt einstaka menniskja, og hvør tørvurin er. Eisini er umráðandi at leggja dent á sosiala partin fyri at fyribyrgja einsemi, sigur Sarita. 

Í nýggja bygnaðinum hjá VEKS verður eitt terapeutiskt toymið, sum Sarita skal leiða. Í næstum fer VEKS at søkja eftir ergo- og fysioterapeutum til toymið. 

Sarita byrjar í starvinum 4. desember.