Hví er avmarkað hvussu nógv kunnu stilla upp?

Tingmaður vil hava landsstýrismannin at greiða frá, hví avmarking er á, hvusus nógv valevni kunnu stilla upp á sama lista

Tað er Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum, sum spyr landsstýrismannin á økinum, Bjarna Kárason Petersen, tríggjar spurningar um kommunuval. Spurningarnir hevur hann sett sum ein grein 52a fyrispurning, sum landsstýrismaðurin hevur tvær vikur um at svara.

Spurningarnir eru soljóðandi:

1. Hvat er endamálið við at hava mark fyri, hvussu nógv valevni kunnu standa á sama lista til kommunuval?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fyri at broyta hetta?

3. Hvussu heldur landsstýrismaðurin, at kommunuvalið í 2024 gekk í síni heild?

 

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Helgi Abrahamsen á, at sambært løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur kann ein valevnislisti til kommunuval í mesta lagi hava 4 valevni fleiri enn samlaða talið av bygdaráðslimum/býráðslimum, ið skulu veljast. Hetta hevur við sær, at um talið av valevnum fer upp um hetta markið, so er neyðugt at gera fleiri listar.

– Men valevnini á listunum hava í nógvum førum einki annað til felags enn bara tað, at tey standa á sama lista. Tí sóu vit eftir seinasta kommunuval, at kommunustýri skipaðu seg ella vóru nær við at skipa seg soleiðis, at onkur á einum lista var við í meiriluta saman við øðrum listum, meðan onkur annar á sama lista var í minniluta. Hetta reisir spurningin um, hvat endamálið er við at hava fleiri listar, sigur Helgi Abrahamsen.

– Eisini tað, at D’Hondt útrokningarhátturin verður brúktur, kann hava við sær, at hjá onkrum lista skulu fleiri atkvøður til fyri hvørt valt umboð enn á øðrum listum. Hetta talar eisini ímóti kravinum um at hava fleiri lista, sigur hann.

– Síðani kommunuvalið í november hava søgur verið í fjølmiðlunum um, at á onkrum valstaði manglaðu atkvøðuseðlar, onkrastaðni varð kært til Kommunala eftirlitið um, at skipanarfundurin hjá nýggja býráðnum ikki varð hildin eftir røttum forskriftum, og eisini var dømi um, at meldað varð til løgregluna um valsvik. Tað er orsøkin til seinasta

spurningin um, hvussu landsstýrismaðurin sjálvur heldur, at kommunuvalið í 2024 gekk, sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður.