Hvørjar Føroyar?

Ein lagnuvika er farin at halla. Ein vika, sum fer at hava ávirkan á, hvussu vit framyvir fara at skipa okkum sum tjóð og skipa okkara samstarv við umheimin. Broytingar fara at vera. Tað vendist ikki aftur.

Tí mugu vit spyrja okkum sjálvi, hvørjar Føroyar? Saman við hvørjum? Og hvussu?

 

Tað er neyðugt at fara undir eina skipaða og gjøgnumskygda tilgongd, sum skal vera grundarlagið undir okkara stjórnarrættarligu støðu og samstarv við aðrar tjóðir. Ynskja vit t.d. eina Commonwealth-líknandi støðu ella Free Association við Danmark og Grønland? Ella fullkomið fullveldi? Hvat er munurin? Og hvussu skal tilgongdin vera?

 

Vit mugu seta okkum saman og viðgera hetta bæði politiskt og løgfrøðiliga skjótast gjørligt, so vit hava eina felags fatan og ætlan fyri Føroyar.

 

Rembingartíð

 

Eitt flogfar við stavunum TRUMP lendi í Nuuk týsdagin 7. januar – og hóast hendan hendingin ikki hevði beinleiðis samband við okkum í Føroyum, so vænti eg, at hetta verður hendingin, sum um 20 ár fer at lýsa markið millum “Føroyar – fyrr og nú”.

 

Hetta er dagurin, sum setti kavabóltin á rull – og enn vita vit ikki, hvar ella hvussu hann endar.

 

Men heldur enn at standa á síðulinjuni og hyggja eftir kavabóltinum, sum veksur seg størri og størri og kanska enntá endar sum ógvusligt skriðulop, eiga vit at seta okkum saman tvørturum politiskar flokkar og ávirka leiðina, so vit vita, hvar bólturin endar.

 

Føroyar framá

 

Tað er ein fjórðingsøld síðani, at fullveldi av álvara var á breddanum seinast. Og 20 ár síðani, at uppskot um føroyska stjórnarskipan var lagt alment fram.

 

Óvist var alla tíðina um arbeiðið við stjórnarskipanini fór at bera á mál orsakað av politiskum ósemjum – og eftir at hava roynt at hildið lív í uppskotinum við kunstigum andadrátti og hjartamassagu í áravís, bleiv uppskotið endaliga jarðað á ólavsøku í 2018.

 

Heimurin er ikki tann sami í dag, sum fyri 20 árum síðani. Vit hava kríggj í Europa. Frælsi og fólkaræði eru fyri hóttafalli í okkara parti av heiminum. Vit síggja ávirkingarkampagnur bæði úr eysturi og vesturi. Vit hava atgongd til allar sannleikar og falskleikar í lummanum, men duga illa at síggja mun á teimum. Vit síggja veðurlagsbroytingar, sum ikki bara ávirka umhvørvið og náttúrutilfeingið hjá okkum, men eisini geopolitisku støðuna um okkara leiðir.

 

Tað er púra vist, at um vit ikki taka støðu til, hvussu vit ynskja at skipa okkum sum tjóð og ikki minst í samstarvi við hvørjum, so ger onkur annar tað fyri okkum. Tað er tó ikki vist, at besti mátin er at grava gamla stjórnarskipanaruppskotið upp aftur, og harvið eisini gomlu politisku ósemjurnar.

 

Heldur eiga vit at hyggja frameftir og saman við nýggju ættarliðunum, bæði í politikki og Føroyum sum heild, at lýsa okkara støðu sum land og fólk í hesum broytta heimi.

 

Tjóðarsemja

 

Jóan Pauli Joensen, professari, var formaður í Stjórnarskipanarnevndini um aldarskiftið. Hann skrivaði soleiðis í síni formanshugleiðing í Fyrra Flaggdagsálitinum frá 2004:

 

“Tað var nøgdsemi millum føroyingar, tá teir seinast í 19. øld funnu aftur sín føroyska mentanarliga samleika og ikki bert kendu seg sum føroyingar í landi sínum, men eisini góvu hesum ljóð í máli, skaldskapi og mentan. Men so dróg sundur partanna millum, og tey sum áður høvdu staðið saman, fóru hvør sín veg; og vit fingu sambandsfólk og sjálvstýrisfólk.

 

Politiski leikurin kom síðani at gera sítt til, at politikarar av álvara fóru at skerpa sjónarmiðini hvør móti øðrum og skaptu ein politiskan retorikk, ið hevur gjørt tað trupult, fyri ikki at siga næst­an ógjørligt, aftur at finna saman tjóðskaparliga.”

 

Stundin er komin til at gera tað “næstan ógjørliga” gjørligt, jarða politisku ósemjurnar og finna saman aftur tjóðskaparliga. Tað skylda vit okkara borgarum og ikki minst komandi ættarliðunum.

 

Tí fegnist eg sum tjóðveldiskvinna bæði um uppskotið “Nýtt Samband” hjá Sambandsflokkinum og hugleiðingarnar hjá Una Holm Johannesen, tingmanni í Javnaðarflokkinum, sum snúgva seg um at redefinera okkara støðu sum land og okkara samstarv við onnur lond.

 

Tað er als ikki “ógjørligt” at gera eina tjóðarsemju um framtíð Føroyar. Tað er bara at fara til verka!

 

 

 

Liljan Weihe

 

Tingkvinna, Tjóðveldi