Horsens er eitt stig frá einum endaspælsplássi

Maria P. Nólsoy átti lut í sjey málum í útisigri hjá Horsens

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens spældu í kvøld dyst á útivølli móti Silkeborg-Voel í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Horsens at vinna dystin 27-24. Í steðginum var Horsens á odda 17-12. Í seinna hálvleiki kom heimaliðið upp á javnt, men tað eydnaðist Horsens at fáa tey avgerandi málini, ið tryggjaðu teimum sigurin.

 

Maria gjørdi sítt fyri at tryggja sigurin við at skjóta fýra mál. Maria legði eisini upp til trý mál.

 

Horsens er nú nummar 10 í deildini við seks stigum. Horsens er eitt stig frá Silkeborg-Voel, ið er á áttanda plássinum, sum gevur atgongd til endaspælið.