Ingilín hevur lagt frá sær sum landsstýrisfólk

Ingilín Didriksen Strøm er kroyst av tingfólkum í Tjóðveldi at leggja frá sær

Ingilín Didriksen Strøm hevur nú lagt frá sær sum landsstýriskvinna. Tað gjørdi hon, tá Erling Eidesgaard og Liljan Weihe úr Tjóðveldi boðaðu frá, at tey ikki hava álit á landsstýriskvinnuni, og at tey fóru at taka undir við misálitisuppskotinum.

– Eg veit, at tvey tingfólk úr Tjóðveldi taka undir við misálitinum. Eg dugi at telja og síggi, at eg havi mist álitið hjá Løgtinginum.

– Eg havi veruliga ikki tilvitað logið fyri Føroya Løgtingi ella Føroya fólki. Men eg má boyggja meg fyri, at Løgtingið ikki hevur álit á mær, segði hon og boðaði frá, at hon hevur biðið løgmann loyst seg úr embætinum.