Ísrael leyp á Hizbollah-mál í Beirut

Tíðliga í morgun raktu ísraelskar rakettir sambært ísraelska herinum eina strategiska undirjarðiska vápnagoymslu hjá Hizbollah í Beirut.

Arabiskt talandi talsfólkið hjá ísraelska herinum (IDF), Avichay Adraee, sendi klokkan 05 í nátt út eina ávaring á X, fyrrverandi Twitter.

 

Her heitti hann á íbúgvar í einum ávísum bygningi í Beirut um at rýma, tí ísraelski herurin fór at leypa á Hizbollah-mál um hesar leiðir.

 

Umrøddi bygningur liggur í býarpartinum, Haret Hreik, í Beirut.

 

Talsfólkið segði, at um fólk eru stødd nærindis Hizbollah-støðum og áhugamálum í Haret Hreikum eiga tey at rýma og halda seg í minsta lagi hálvan kilometur burtur.

 

Umleið ein tíma eftir ávaringina leyp Ísrael á bygningin við rakettum, og fólk í økinum siga frá svørtum royki.

 

Seinni í morgun hevur ísraelski herurin sagt, at rakettir hjá teimum raktu eina strategiska undirjarðiska vápnagoymslu hjá Hizbollah.

 

Tað eru tíðindastovurnar, NTB og Dagbladet, sum bera hesi tiðindi í morgun.