Ísraelskur gísli leyslatin í Gaza

Ísraelski gíslin Arbel Yehud varð í dag latin Reyða Krossi í Suðurgaza.

Ísraelski Arbel Yehud er latin Reyða Krossi í Khan Yunis har suðuri í Gaza. Umframt hana vórðu fleiri aðrir gíslar latnir leysir í dag. - Mynd: Hatem Khaled/Reuters

Tað upplýsir ísraelska sjónvarpsrásin Channel 12.

Sambært Ísrael skuldi hon longu verið leyslatin leygardagin í síðstu viku.

Tá tað ikki hendi, forðaði Ísrael einum fleiri av palestinum í at koma aftur til norðara part av Gaza.

Seinni boðaði Hamas-rørslan frá, at 29 ára gamli Arbel Yehud skuldi sleppa leysur næsta skifti, og eftir hetta loyvdi Ísrael teimum mongu palestinarum at koma heimaftur.

Umframt Arbel Yehud varð 80 ára gamli Gadi Moses leyslatin í Khan Yunis fyrr í dag veit Rás 12 at siga.

 

Ritzau/Reuters

 

Ísraelski Arbel Yehud er latin Reyða Krossi í Khan Yunis har suðuri í Gaza. Umframt hana vórðu fleiri aðrir gíslar latnir leysir í dag. - Mynd: Hatem Khaled/Reuters