Í dag fyllir steinprentarin Jan Andersson á Velbastað sjeyti ár.
Jan flutti til Føroya saman við Fríðu Matras Brekku og saman stovnaðu tey Grafiska Verkstað Føroya, ið fyrstu árini húsaðist í Listasavninum. Síðan 2009 hevur fyritøkan itið Steinprent og fevnir umframt um verkstaðin í erva eisini um framsýningarhøli í neðra – bæði eru miðdeplar í føroyskari samtíðarlist við nógvum og góðum listaligum virksemi, skrivar Kinna Poulsen millum annað í heilsan á listaportal.com.
Heilsanin kann lesast her:
Jan Andersson 70 — Listaportal