Fámjin er minsta kommuna í Suðuroy, hvat fólkatali viðvíkur.
Nú nýtt bygdarráð tekur við hin 1. januar 2025, verða borgarstjóri og varaborgarstjóri júst teir somu, sum í dag.
Borgarstjórin seinastu tvey skeiðini, Jóanis Lisberg, heldur fram í sessinum, og tað ger sitandi varaborgarstjóri, Arni H. Teindal, eisini.
Tað eru teir báðir, sum eru á myndini omanfyri.
Á kommunuvalinum hin 12. november vóru tveir listar í Fámjin, listi A og listi B, harav listi A fekk tvey umboð, Jóannis Lisberg og Arna H. Teindal.
Listi B fekk eitt umboð, sum var Aslaug Frígerð í Smiðuni.
Jóanis Lisberg sigur, at fíggjarætlanin fyri 2025 enn ikki er endaliga samtykt, men hann væntar, at íløgukarmurin fer at liggja um einar 400.000 til 500.000 krónur.
Samlaðu skattainntøkurnar í einum fíggjarári hjá Fámjins kommunu liggja um 2,8 milliónir krónur.
- Vit hava gjørt fleiri íløgur í farna skeiði, og eg haldi, at tað mesta í bygdini er rímiliga dagført. Tískil vænti eg, at vit í komandi ári mest fara at fáast við trivnaðin.
Borgarstjórin sigur, at fíggjarliga eigur kommuna á leið tað sama, sum hon skyldar, og tískil er eingin nettoskuld.
- Fólkatalið í bygdini hevur verið minkandi, men eg vóni, at Fámjinstunnilin, sum ætlandi skal verða liðugur til várs, fer at gera, at vit verða nakrir fleiri borgarar í bygdini.
Jóanis Lisberg, sum hevur verið fyri at leggja Fámjin saman við Tvøroyri, sigur, at fólkið í Fámjin er ikki fyri hesi samanlegging, og tískil verður hon av ongum.
- Eg haldi, at eg eri einsamallur í bygdarráðnum, sum havi tosað fyri samanlegging, men nú tað er greitt, at undirtøka ikki er, verður einki meira gjørt við hetta, sigur hann.
##med2##