Bæði fyrrverandi grønlendski landsstýrisformaðurin og fólkatingsmaðurin, Lars-Emil Johansen og Lars Møller-Sørensen, fyrrverandi kommunustjóri í Kommuneqarfik Sermersooq, nokta seg sekar í ákærum um svik.
Grønlendski miðilin, Sermitsiaq visti um dagarnar at siga, at Lars-Emil Johansen sambært ákæruritinum hevur fingið útgoldið 730.000 krónur sum ráðgevi í Kommuneqarfik Sermersooq - uttan at hava gjørt nakað fyri kommununa.
Tað er í hesi kommunu, at Lars Møller-Sørensen var kommunustjóri. Í dag møttu teir báðir í Sermersooq Kredsret í Nuuk í Grønlandi, ákærdir fyri svik og Sermitsiaq, sum hevur fylgt rættarmálinum, veit at siga, at báðir nokta seg sekar.
Lars-Emil Johansen og Lars Møller-Sørensen eru ákærdir fyri svik og myndugleikamisnýtslu. Verjin hjá Lars Møller-Sørensen sigur, at Lars noktar seg sekan í báðum hesum ákærum og krevur fríkenning.
Á rættarfundinum í dag noktaði Lars-Emil Johansen seg eisini sekan og krevur fríkenning í báðum ákærunum.
Upplýst varð á rættarfundinum í dag, at málið byrjaði hjá løgregluni í samband við eitt annað mál, har eitt fyrrverandi starvsfólk hjá kommununi hevur upplýst, at Lars-Emil Johansen hevur fingið pengar frá Kommuneqarfik Sermersooq fyri einki at gera.
Verjin hjá Lars-Emil Johansen, Ulrik Blidorf, vísti á, at fyrrverandi landsstýrisformaðurin fyri so vítt ikki hevði eitt starv í kommununi, tí hann var uttanhýsis ráðgevi.
Fyrrverandi kommunustjórin, Lars Møller-Sørensen, segði, at uppgávurnar hjá Lars-Emil Johansen vóru ein skúlaverkætlan, nevnd Kofoeds Skúli Tasiilaq, og her skuldi hann eitt nú taka sær av lobby-arbeiði millum politikarar í Siumut, har hann áður hevur verið formaður.
Sambært fyrrverandi kommunustjóranum hevði lobby-arbeiðið hjá Lars-Emil Johansen til endamáls, at grønlendskar kommunur skuldu fáa høvi at læna pengar hjá Kommunukredit í Danmark eftir somu treytum, sum danskar kommunur.
Sermitsiaq sigur í dag, at tey fara at fylgja rættarmálinum, sum nú koyrir í Sermersooq Kredsret í Nuuk, har Lars-Emil Johansen og Lars Møller-Sørensen eru ákærdir fyri svik, men báðir nokta seg sekar í ákærunum.
Meira um rættarmálið kann lesast i www.sermitsiaq.ag