Johnny Priess, høgrumegin, andaðist í gjár einans 58 ára gamal, eftir stutta sjúkralegu. Her sæst hann saman við Jørgen Jørgensen, sum – eins og Johnny, er ein ímynd av Miklagarði

Johnny Priess í Miklagarði deyður

Í gjár doyði Johnny Priess, rakstrarstjóri í Miklagarði, eftir stutta sjúkralegu. Hann var 58 ára gamal.

 

Johnny Priess, høgrumegin, andaðist í gjár einans 58 ára gamal, eftir stutta sjúkralegu. Her sæst hann saman við Jørgen Jørgensen, sum – eins og Johnny, er ein ímynd av Miklagarði

Øll sum hava havt sína gongd í Miklagarði kenna Johnny Priess sum tann blíða og vinarliga mannin á gólvinum í handlinum. Tú gav tær ikki far um, at hetta var hægsti maður í Miklagarði. Hann gekk høgt upp í starv sítt, og vildi tí eisini vera »á gólvinum« heldur enn bara at sita aftan fyri skrivaraborðið. Hann var altíð til reiðar at veita kundum eina hjálpandi hond, og hann heilsaði altíð vinarliga, og tú merkti, at hann kendi fólk aftur.

Johnny Priess hevur verið í Miklagarði í 34 ár. Hann byrjaði í starvinum í 1989. Hann kom til Føroya nakað fyri tað og var eitt stutt skifti í Føroya Keypsamtøku, áðrenn hann fór í Miklagarð at arbeiða í 1989.

– Johnny var av tí gamla slagnum, tí góða slagnum, sum var fyrstur til arbeiðis og síðstur til hús, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS, sum eigur Miklagarð.

– Hann var altíð til dystin fús. Hann var leiðari hjá mær, tá eg kom heim í 1992 og fór at arbeiða í Miklagarði, sigur hann.

Johnny Priess var úr Haderslev í Damark. Hann helt saman við Onnu Johansen, sum eisini starvast í SMS. 

Miklagarður fylti sera nógv í lívinum hjá Johnny, sum eisini var íðin HB fjeppari.

Fyri trimum vikum síðani gjørdist hann sjúkur og fekk staðfest krabbamein. Hann andaðist í gjár, bara tríggjar vikur seinni.

Johnny átti døturnar Anne og Hildigerð.

 

 

Johnny Priess, høgrumegin, andaðist í gjár einans 58 ára gamal, eftir stutta sjúkralegu. Her sæst hann saman við Jørgen Jørgensen, sum – eins og Johnny, er ein ímynd av Miklagarði