Hóast hann júst er vorðin 90 og hon er 88, so eru tey væl fyri, tá ið tey taka móti útsendingunum frá Sosialinum, ið koma at vitja í heimi teirra á Hamarsgøtu 22 úti á Tórgarði í Eysturbýnum. Eini stór hús frá 70-unum við íbúð í kjallaranum.
Veggirnir í stovuni eru mest sum tapeseraðir við rúgvuvís av myndum, serliga familjumyndir. Í sofuni situr Børge og hyggur eftir snooker í sjónvarpinum. Hetta minnir um biljard, men er bara við kúlum.
– Mær dámar sera væl at hyggja eftir snooker. Vit plaga eisini at hyggja eftir tennis, og vit kunnu eisini hyggja eftir einum filmi, sjálvt um tað verður seint. Vit eru náttarravnar og skulu jú ikki tíðliga upp næsta morgun, sigur Børge.
– Vit eru virkin og kunnu gleðast um, at vit hava havt hampiliga góða heilsu, sigur Henny Egholm.
Børge er tó vorðin eitt sindur lamin og kemur ikki eins nógv út longur. Eyguni eru eisini farin so mikið, at hann fær ikki lisið, uttan hann hevur sjóneyku.
Tað strævna minnast vit best
Tað er valentinsdagur í dag, og kærleiki í hjúnalagi og parlagi verður hálovaður.
– Tá ið vit vóru ung, vistu vit ikki, hvat valentinsdagur var fyri nakað. Men tað er eitt sindur stuttligt, at vit fyri 33 árum síðani fingu okkara fyrsta langommu- og langabbabarn á valentinsdegi. Hon býr í Sørvági, sigur Henny Egholm.
Í 70 ár hava hjúnini upplivað mangt og hvat, men kærleikin er har enn.
– Kærleikin er ikki á sama hátt, sum hann var fyrr. Tá var nógv á skránni, og vit upplivdu eina rúgvu. Okkum dámdi sera væl at vera út í náttúruni, og vit gingu nógvar túrar og ferðaðust sera nógv kring landið. Vit hava eisini ligið í tjaldi ymsastaðni í landinum. Tað var ofta nógv at bera og kravdi nógv av okkum. Men tað, sum var strævið, minnast vit best. Í dag orka vit ikki tað sama. Nú er tað róligari, sigur Henny Egholm.
Fylgja við í counter-strike
Sjónvarpið er enn frá í stovuni. Eitt hevur serligan áhuga, og tað er counter-strike, ið er eitt telduspæl.
– Vit eiga ein ommu- og abbason, Lukas Egholm Rossander, sum er liðformaður á danska liðnum Astralis. Vit plaga at fylgja við, tá ið teir spæla, sigur Henny.
– Eg havi ikki peiling fyri reglunum í spælinum, men vit síggja, tá ið teir fáa stig og lurta eftir viðmerkingunum. Teir hava vunnið eina rúgvu og spæla kring allan heim. Kanska dámar mær ov væl at reypað, men abbasonurin situr í miðjuni og sigur, hvat hini skulu gera. Fleiri samrøður eru eisini við Lukas í sjónvarpinum, sigur Børge Egholm.
Á konsert í Royal Arena
Eitt annað, ið tey eisini hava sæð í sjónvarpium eru klassiskar konsertir.
– Í fjør hoyrdu vit, at André Rieu skuldi hava konsert í Royal Arena í Keypmannahavn. Tá ringdi eg niður til eina av døtrunum og bað tey skaffa okkum atgongumerki. Tað var ein ótrúliga góð konsert, sigur Børge Egholm.
– Tá hevði Børge annars sagt, at hann fór ikki út aftur at ferðast, tí tað orkaði hann ikki. Men tað gekk væl, og vit høvdu eina sera góða ferð, sigur Henny Egholm.
Flestu børnini uttanlands
Sjálvt um tey eiga átta børn, so er bara ein lítil partur av familjuni í Føroyum. Fimm av børnunum búgva í Danmark, og tann eini sonurin, sum hevur addressu í Føroyum, arbeiðir fyri tað mesta í Spania, og er tí ikki so nógv í Føroyum.
– Vit gleða okkum at fáa alla familjuna heim at halda dagin saman við okkum. Teir fyrstu gestirnir koma longu seinnapartin (blaðm: fyrradagin), sigur Henny.
70-ára dagurin verður hildin leygardagin 22. februar í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, og tey vænta fleiri fólk koma at gleðast saman við teimum á hesum stóra degi.
– Vit genturnar í skúlaflokkinum hava hildið sera væl saman øll árini. Eg vænti, at tær, sum framvegis eru á lívi, fara at koma. So eru tað nógv onnur, sum vit hava havt samband við umframt familjuna, sigur Henny Egholm.
Sparkari førdi tey saman
Nógv eru broytt hesi 70 árini, hjúnini hava livað saman í hjúnalagi.
– Fyrstu ferð vit møttust og lærdu hvønn annan at kenna, var í Tróndargøtu. Tað var kavi, og Børge hevði ein sparkara. Eg sat, meðan hann stýrdi, sigur Henny og smílist.
– Tað var ikki leingi, at eg slapp at stýra. Hon yvirtók skjótt stýringina, sigur Børge við einum skálkabrosi.
Tey vóru 14 og 15 ár tá, og tvey ár seinni, tá ið tey vóru 16 og 17 rann saman teirra millum.
Tey giftust í 1950, og tá var teirra fyrst barn komið í verðina.
– Brúdleypið varð hildið í gamla Hotel Føroyum á Kongabrúnni. Tað vóru 60 gestir. Vit tosaðu um tað, at nú er eingin av teimum gestunum, sum vóru í okkara brúdleypi, eftir á lívi. Tann seinasti var beiggi Børge, Åge, sum doyði fyri tveimum árum síðani, sigur Henny.
Húsini kostaðu 14.500 krónur
Henny og Børge búsettust í Lon, tætt við revagarðin.
– Vit giftust inn í Niðarulon í tí uttastu íbúðini, har mamma búði. Har var sera lítið pláss, bara ein køkur og ein stova. Vit svóvu í stovuni, og mamma svav í køkinum, sigur Henny Egholm.
Henny varð fødd á Velbastað. Pápin var norðmaður, men hann doyði við skipinum Ulf, áðrenn Henny varð fødd. Tá ið hon var hálvt ára gomul, flutti hon til Sumbiar, har hon vaks upp hjá einari gummu. Sum 12 ára gomul flutti hon til Havnar og búði aftur hjá mammu síni.
– Vermóðir, Sanna, var fantastisk. Hon var ein partur av húsarhaldinum. Eftir tvey ár í Niðarulon, keyptu vit eini hús á Landavegnum 2, har vit búðu í 13 ár. Húsini kostaðu 14.500 krónur. Sanna flutti við, og hon tók sær av børnunum. Tað vóru ofta nógv onnur børn, sum komu inn at spæla, og øll elskaðu ommuna, sigur Børge Egholm.
Børge er uppvaksin mitt í Havnini, í Magnus Heinasonargøtu.
Við nógvum børnum í húsinum var ofta trongligt. Og tá ið ólavsøka var, komu ofta nógvir gestir úr Sumba og aðrastaðni úr landinum at gista.
– Tað var ofta sera trongligt inni. Ta einu ólavsøkuna høvdu vit átta liggjandi gestir. Fólk lógu allastaðni, sigur Henny.
Nýggj hús við átta kømrum
Í 1965 vóru húsini á Landavegnum vorðin ov lítil, og familjan flutti inn í nýggj hús í Brøttubrekku í Gundadali.
– Tað vóru eini stór hús við átta kømrum. Vit hildu, at børnini skuldu fáa hvør sítt kamar, sigur Henny.
Í Gundadali búðu tey til síðst í sjeytiárunum, tá ið tey fluttu út á Tórgarð.
– Flestu av børnunum vóru nú flutt út, og húsini gjørdust ov stór. Tá ið vit fluttu í okkara núverandi hús, vóru bara tvey av yngstu børnum, sum fluttu við, sigur Henny Egholm.
Ynskti at arbeiða – eisini eftir pensjónsaldur
Bæði Børge og Henny hava havt eitt virki arbeiðslív. Bæði hava arbeitt á skrivstovu.
Børge byrjaði at arbeiða í Færø Amts Sparekasse, sum er eitt av gomlu nøvnunum á peningastovninum, sum í dag eitur Betri. Seinni arbeiddi hann á Tórshavnar skipasmiðju, á Fiskasøluni, og at enda var hann 25 ár á Telefonverki Føroya.
Sum heilt ung lærdi Henny á Meiarínum í Havn.
– Eg var vanur at fara inn í Meiaríið at keypa eitt glas av mjólk við róma í. Tað var mest fyri at hitta Henny, sigur Børge við einum skálkabrosi.
Meðan børnini vóru heilt smá, var Henny heima, men so fór hon út aftur at arbeiða. Hon arbeiddi tilsamans 37 og eitt hálvt ár á Føroya Gjaldstovu.
– Mær dámdi sera væl mítt arbeiði. Tá ið eg gjørdist 67 ár, slapp eg ikki at arbeiða meira. Tað var eg sera hørm um. Mær hevði dámað sera væl at arbeitt nøkur ár afturat, sigur Henny Egholm.
Bridge
Egholm-hjúnini hava verið pensjónistar í nógv ár, men enn eru tey virkin. Tey gera tó ikki nakað serligt brúk av teimum tilboðum, sum eldrafeløgini ella eldraøkið í Tórshavnar kommuna bjóða sínum borgarum.
– Eg plagi at spæla bridge eina ferð um vikuna. Eg spældi nógv, tá ið eg var yngri, og vit vunnu nógvar kappingar. Nú eru vit fýra, sum spæla fast eina ferð um vikuna, sigur Børge.
Henny spælir eisini bridge. Hon er eisini von at vitja tvær vinkonur, sum hon hevur starvast saman við, ið liggja á Ellisheiminum í Havn. Annars er tað alt tað dagliga við hús og innkeyp, sum skal gerast.
– Eg fari við bussinum, tá ið eg skal til handils. Onkuntíð merki eg, at posarnir kunnu vera eitt sindur tungir at bera, sigur Henny.
– Tað er Henny, ið vaskar upp, heldur reint, vaskar klæði og strýkur skjúrtur. Eg hevði ikki klárað meg uttan hana. Eg kann gera mat, baki breyð og smákakur onkuntíð. Tað dámar mær sera væl, sigur Børge Egholm.
Funnið loysn á knútum
Í 70 ár hevur ikki alt í hjúnalagnum verið ljósareytt, og meiningarnar hava eisini verið ymiskar.
– Vit hava verið ósamd um ymiskt, men vit hava funnið út av tí, sigur Henny.
– Tá ið eg byrjaði í Sparikassanum í 1946, fekk eg at vita, at eg hevði tagnarskyldu. Onkuntíð hevur Henny sagt við meg, tá ið eg havi hildið upp á eitt, og hon upp á okkurt annað, at eg kann bara tiga, tí at eg havi tagnarskyldu, sigur Børge og flennir.
– Eg eru vanur at siga, at smálutirnar kunnu vit kjakast um, men teir stóru trupulleikarnir loysa vit, sigur Børge.
Tað er ikki øllum unnað at liva 70 ár saman í hjúnalagi, og tað eru eisini fleiri, ið fara frá hvørjum øðrum.
– Eg haldi, at fólk hava ov lítið tol í dag. Men tað eru eisini fleiri møguleikar í dag, sigur Henny Egholm.
Fingu stóra sorg
Hesi 70 árini í hjúnalagi, hava hjúnini eisini upplivað stóra sorg. Serliga var tað, tá ið sonurin, Janus, doyði í eini spreinging og so aftur fyri nøkrum árum síðani, tá ið sonurin, Suni, fekk álvarsligan skaða eftir ferðsluóhapp á motorsúkklu – nakað, sum seinni førdi til, at armurin varð tikin.
– Tað var sera hart og eini stórur smeitur fyri okkum. Tungt at koma ígjøgnum. Sonurin, sum fekk skaða, býr í kjallaranum. Vit royna at hjálpa, um tað er okkurt, vit kunnu hjálpa við, sigur Henny Egholm.
Vinarpar hevur eisini jarnbrúdleyp
Nú Henny og Børge Egholm kunnu halda jarnbrúdleyp, er eitt vinarpar hjá teimum, ið eisini kann halda jarnbrúdleyp. Tað eru hjúnini Heinina og Sigurd Gaard Hansen. Tey búðu fyrr í Tórsgøtu í Havn, men hava seinnu árini búð í Nólsoy.
– Eg og Sigurd er vinmenn. Tað var serliga fyrr, at vit plagdu at møtast og vitja hvønn annan, sigur Børge Egholm.
– Síðani tey fluttu til Nólsoyar, hava vit ikki sæð tey so nógv, men vit hava onkuntíð verið og vitjað har. Nú er Børge eitt sindur lamin, og tað er ikki so lætt at ferðast. Men eg og Heinina tosa saman av og á, sigur Henny.
Hóast tey kennast væl, hava tey vanliga ikki verið við at hátíðarhildið brúdleypsdagar hjá hvørjum øðrum.
– Av tí at vit hava brúdleypsdag dag um dag, og tað hevur verið so nógv á skránni hjá okkum, hava vit ikki havt tíð ella møguleika at verið til dagin hjá hvørjum øðrum. Eg var tó við, tá ið tey høvdu silvurbrúdleyp. Børge var sjúkur og fekk ikki verið við, sigur Henny.
Um tey síggjast til jarnbrúdleypið hjá hvørjum er enn óvist.
– Vit fara nokk ikki til Nólsoyar, men kanska tey koma at halda dagin saman við okkum, sigur Henny.
Stórt savn av myndum
Ein av stóru áhugunum hjá Henny, eru myndir, og hon hevur fleiri tíggjutúsund av teimum.
– Eg fekk áhuga fyri myndum sum heilt ung. Eg havi síðani tikið eina rúgvu av myndum, bæði av familjuni, av Havnini, av ferðum, vit hava verið í Føroyum og teimum mongu uttanlandsferðunum, vit hava verið. Allar myndirnar eru í albummun, og eg havi skrivað dato á hvørja mynd, eins og hvat sæst á myndini, og hvørjir persónar eru á henni, sigur Henny.
Av tí at hon hevur gjørt hetta alt sítt lív, hevur hon stórt savn av myndum, sum eru yvir eitt tíðarskeið á umleið 70 ár.
– Fleiri, sum skriva bøkur, hava fingið myndir frá mær, tá ið tey til dømis skulu hava gamlar myndir av Havnini. Men nú eri eg givið við hesum, sigur Henny.
Eitt av ítrivunum hjá Børga var at fara á flot.
– Eg elskaði at fara út á fjørðin, sigur Børge Egholm.
Ferðin er minkað
Øll tey virknu árini, var nógv á skránni. Millum annað høvdu tey í fleiri ár eitt felag á Hamarsgøtu, sum skipaði fyri ymiskum felagstiltøkum.
– Nú er ferðin minkað, men vit hava tað gott, sigur Børge Egholm.
Jarnbrúdleypið verður hildið komandi leygardag.