Kallaði Lavrov fyri krígsbrotsmann

Ukrainski uttanríksiráðharrin legði ikki fingararnar ímillum á OSCE- fundi á Malta í dag

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, var í dag á sínum fyrsta fundi í einum ES-landi, síðani Russland byrjaði kríggið í Ukraina í februar 2022. - Mynd: Alberto Pizzoli/Ritzau Scanpix

Andrij Sybiga, sum er uttanríkisráðharri í Ukraina, kallaði russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov, fyri ein »krígsbrotsmann« á OSCE-fundinum á Malta. 

Tað skrivar AFP. Tað er fyrstu ferð, síðani Russland byrjaði kríggið í Ukraina, at Lavrov luttekur á fundi í einum ES-landi. 

Ráðharrar úr Póllandi og Lettlandi umframt fleiri onnur umboð valdu at rýma av fundinum, tá Lavrov talaði.

 

 

 

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, var í dag á sínum fyrsta fundi í einum ES-landi, síðani Russland byrjaði kríggið í Ukraina í februar 2022. - Mynd: Alberto Pizzoli/Ritzau Scanpix