Kina vil samstarva um kaðalslit

- Vit eru til reiðar at samstarva við viðkomandi lond fyri at finna út av sannleikanum, og í løtuni eru vit í samskifti við Svøríki um hetta, sigur kinesiska uttanríkisráðið

 

Kina sigur seg vera til reiðar at samstarva við londini, sum eru rakt av kaðalslitinum í Eystursjónum, eftir at tveir botnkaðlar herfyri gjørdust óvirknir.

 

Tað sigur kinesiska uttanríkisráðið sambært svenska, Aftonbladet.

 

Svenska og finska løgreglan hava sett í verk kanningararbeiði í samband við kaðalslitini.

 

Tann eini kaðalin, sum gongur millum Finnland og Týskland, fór í svenskum búskaparligum øki, sunnafyri Øland. Hin fór millum Svøríki og Litava.

 

- Vit eru til reiðar at samstarva við viðkomandi lond fyri at finna út av sannleikanum, og í løtuni eru Kina og Svøríki í samskifti um hetta.

 

Tað sigur Mao Ning, sum er talsfólk fyri kinesiska uttanríkisráðið.

 

Kinesiska skipið, Yi Peng 3, sum hildið verður var orsøkin til kaðalslitini, hevur ligið í Kattegat síðan hendingina, tá kaðlarnir í Eystursjónum gjørdust óvirknir.

 

##med2##

 

 

 

Hetta kortið hevur danska blaðið BT lagt út. Kortið skal vísa siglingarleiðina og kaðalleiðirnar