Kongshjúnini hava endað ferðina í Grønlandi

Fríðrikur kongur og Mary drotning endaðu leygardagin átta daga vitjan sína í Grønlandi.

 

Myndir: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Seinasti steðgurin hjá kongshjúnunum á skránni var Qassiarsuk, sum er niðursetubygd í Suðurgrønlandi. Her vóru tey ein bygdatúr og til kaffi.

Ein kaffemik er ein siðbundin grønlendsk samkoma, har kaffi verður drukkið og okkurt bakað verður etið.

- Sjálvt um regnið oysti niður, vóru smílini stór, tá kongshjúnini í dag endaðu Grønlandsferðina við vitjan í Narsaq og Qassiarsuk, skrivaði kongshúsið í einum uppslag á Instagram leygarkvøldið.

Vitjanin í Grønlandi byrjaði 29. juni. Tað er fyrstu ferð, at Fríðrikur kongur og Maria drotning vitja Grønland, eftir at tey gjørdust kongur og drotning í januar.

 

/ritzau/

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

 

 

Myndir: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix