Kristiansand tapti fyrsta kappingardystin í 2025

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir eru fýra stig frá einum endaspælsdysti

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand spældu í kvøld fyrsta kappingardystin í bestu norsku hondbóltsdeildini í 2025.

 

Kristiansand spældi í kvøld dyst á útivølli móti gamla liðnum hjá Teis Horn Rasmussen, Follo. Follo vann dystin 32-27. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri 17-12, og tað eydnaðist Follo at halda munin í seinna hálvleiki. 

 

Tróndur skoraði eitt mál og legði upp til trý mál.

 

Kristiansand er nummar níggju í deildini við 13 stigum fyri 17 dystir. Kristiansand hevur fýra stig upp til áttanda plássið, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl. Á áttanda plássinum eru grannarnir hjá Kristiansand, Arendal við 17 stigum.

 

Komandi sunnudag klokkan 15 hevur Kristiansand heimadyst móti Drammen.