Hann er kendur sum sangari, lagsmiður og tónleikari, havnarmaðurin Petur Háberg Jacobsen.
Nú fer Petur at hava málningaframsýning í døgunum 29. september til 4. oktober.
Fyri stuttum byrjaði Petur at royna seg innan málningalistina.
Petur hevur fernisering í Williamstovu við Steinatún í niðaru hædd har Myndlist heldur til. Ferniseringin verður fríggjadagin klokkan 17.
Lena og Niclas koma at spæla nøkur løg, og Martin Restorff fer at borðreiða við ábiti og boblum.
##med2##