Men vøksturin í innflutninginum av brúktum bilum er ikki líka stórur, sum afturgongdin í innflutninginum av nýggjum bilum. Tað vísa tølini í uppgerðini hjá Akstovuni, nú árið 2024 er uppgjørt.
Sum vit skriva aðrastaðni her á síðuni, so minkaði sølan av nýggjum bilum við 18,5 prosentum í fjør í mun til fyrraárið. Men innflutningurin av brúktum bilum er vaskin við 30 prosentum í fjør í mun til 2023.
Í tølum er innflutningurin av brúktum akførum vaksin við 92, meðan afturgongdin í sølunum av nýggjum akførum minkaður við 370.
##med2##