Larmandi tøgn um Russland

Støða skal nú aftur takast til okkara samstarv við russisku stjórnina - uttan politiska viðgerð, alment kjak ella vanliga upplýsing.

 

Hetta hóast nógvir spurningar standa ósvaraðir:

Kvoturnar í Barentshavinum bara minka. Toskakvotan er minkað við 20% hvørt ár seinastu 3 árini, og hon minkar helst 31% afturat í 2025, so hon verður minni enn 7.000 tons.

Vit eiga av røttum at spyrja okkum sjálvi: hvussu nógv tons av toski til ávís reiðarí er okkara samband við Russland vert? Hvussu skaðar russiska sambandið okkara sambond við onnur lond? Og ikki minst, er russiska sambandið við til at fíggja russisku krígsmaskinuna?

Umleið 30 russisk fiskiskip eru í og kring Føroyar. Skip, sum eftir boðum frá Putin, kunnu brúkast til hernaðarlig endamál. Ynskja vit hesi skip í Føroyum? Og hvussu er eftirlitið við teimum?

Vit mugu eisini gera okkum greitt, um vit meta tað skilagott, at føroysk skip eru í russiska partinum av Barentshavinum?

Vit vita, at russiska hóttanin móti vesturheiminum bara er vaksin síðani russiska álopskríggi í Ukraina. Men tað tykist sum, at so hvørt hóttanin gerst størri, viknar almenna kjakið.

Og nú valdar larmandi tøgn um hetta álvarsmál í Føroyum - bæði í og uttanfyri politisku skipanina.

 

Liljan Weihe

Løgtingskvinna, Tjóðveldi