Skráin fyri EM-undankappingardystirnar hjá manslandsliðnum móti Kosovo, Ukraina og Niðurlondum er løgd.
Lagt verður fyri við dysti á heimavølli móti Kosovo, ið ætlandi verður seinasti heimadysturin áðrenn farið verður niðan til stórhøllina við Tjarnir í Hoyvík at leika heimadystir.
EM-undankappingin endar við einum heimadysti ímóti Ukraina, ið kann vísa seg at blíva ein sera avgerandi dystur.
Skráin er hendan:
6. november: FØROYAR-Kosovo (á Hálsi)
9. ella 10. november: Ukraina-Føroyar (væntandi í Týsklandi)
12. ella 13. mars: FØROYAR-Niðurlond (ætlandi við Tjarnir)
15. ella 16. mars: Niðurlond-FØROYAR
7. ella 8. mai: Kosovo-FØROYAR
11. mai: FØROYAR-Ukraina (ætlandi við Tjarnir)