Liðið hjá Mikkjali K. Thomassen, verandi svensku bronsuvinnararnir, AIK Stockholm spælir fyrsta kappingardystin í 2025 í innleiðandi bólkaspælinum í svensku steypakappingini.
AIK er í innleiðandi bólki 3 saman við Degerfors, Trelleborg og Värnamo. 14. februar spælir AIK á heimavølli móti Degerfors. 21. februar er útidystir móti Trelleborg á skránni, og 28. februar hevur AIK heimadyst móti Värnamo.
32 lið kappast í innleiðandi bólkaspælinum. Tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki - sekstan lið - vinna seg víðari til áttandapartsfinalurnar.
Fyrsti dysturin hjá AIK í bestu svensku fótbóltsdeildini verður leiktur á útivølli móti GAIS á Gamla Ullevi leikvøllinum í Göteborg. Dagfestingin er 30. mars.
Komandi summar fer AIK at spæla undankappingardystir til Conference League.
25. januar spælir AIK venjingardyst móti Brommapojkarna. Aðrir venjingardystir hjá AIK eru ikki fráboðaðir enn.