SPENNANDI BORI-DAGUR hjá DENNISI & TRYGDAR-TEITI

So upprann tann legendariski og minnisverdi nýggjársaftan, har Lands-vágbingurin hátíðarliga og fastliga hevur lovað, at hann fer at spreingja við øgiligum nýggjársskoti í Suðuroy.

Ein heilur herur av forvitnum tíðindafólkum eru longu við at fylkjast í trunkum i Sandvík, so slett einki tilkald er at finna, tí øll  herbergi eru á tremur.

Flestøll sunnanfyri Skopimarfjørð eru ovurspent og leingjast eftir at vita, akkurát HVAR Dennis saman við Bori-Teiti  fer at prika  í Suðuroynna við einum djúpum holi.

Sjákvur Kongur gongur eisini kykur, ti hann fær ikki gjørt nýggjársrøðuna lidna,  fyrr enn stálsettir hol-menn hava brest sitt minniliga søguríka  nyggjársbrak.