Fyrsta sunnudag í advent skipaði Lions Tórshavn fyri adventshugna í Plantasjuni, har nógv fólk var komið at ogna sær jóladekoratiónir og tilfar til slíkar, og so kanska ein heitan drekkamunn og okkurt gott afturvið. Horntónleikur og annað setti sín hugnaliga dám á.
Ágóðin av adventhugnanum gjørdist so frægur, at nú um dagarnar handaði Lions Tórshavn næsta granna hjá Plantasjuni, sum er Hvíldarheimið Naina, eina peningagávu upp á 20.000 krónur, ið onkursvegna verða brúktar til gagns fyri trivnaðin á heiminum.
Á Hvíldarheiminum, sum nærkast teimum 90 árunum, starvast eini 20 starvsfólk og heimið kann taka ímóti 27 fólkum í senn. Higar koma fólk at leita sær umsorgan, røkt, viðgerð og samanhang í sjúkugongdini, so lættari verður hjá teimum at venda aftur til sín gerandisdag.
Stuðlað ADHD-bók
Í novembur mánaði kom út bókin ‟Bera og vinkonurnar”, sum Bára Silvansdóttir hevur skrivað, og Lions Tórshavn hevur stuðlað útgávuni við 10.000 krónum. Bókin vísir á ein barnavinarligan hátt, hvussu tað kennist at hava menningarórógv og hvørjar avbjóðingar kunnu fylgja við hesum.
##med2##
Sjálv kendi Bára Silvansdóttir seg ígjøgnum barna- og ungdómsárini altíð øðrvísi og føldi, at alt var nógv strævnari hjá henni enn hjá tvíburðabeiggjanum og javnaldrum hennara. Nú kom hon so á gátt hjá Lions Tórshavn at greiða frá bókini, sum hon fekk hugskotið til fyri fýra árum síðani.
– Uttan at eg sjálv ætlaði tað, kom søgan til mín, á besta ADHD-hátt, næstan orð fyri orð, sigur Bára, ið ynskir, at børn, ið hava ADHD, skulu kenna seg aftur og fáa eina betri sjálvsfatan, so tey ikki kenna seg einsamallan ella øðrvísi, sigur hon.