Frá apríl til desember 2024 var ein royndarskipan við mati í Barnagarðinum Eikilund og Sóljuni roynd, og úrslitið var sera væleydnað.
Børn, starvsfólk og foreldur vóru sera nøgd við heilsugóða og fjølbroytta matin, sum var bjóðaður dagliga. Av tí sama hevur býráðið avgjørt at gera skipanina til ein fastan part av barnaansingini í Vágs Kommunu.
Foreldur gjalda ikki eyka fyri matin, sum er ókeypis. Ansingargjaldið er framvegis 1.800 krónur fyri hvørt barnið, við familjuavsláttri til fleiri børn, har samlaða gjaldið ikki fer upp um 3.500 krónur.
Borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, sigur, at hetta er eitt gott átak fyri børnini í kommununi. Við matarskipanini tryggja okur ikki bara, at øll børnini fáa góðan mat, men okur lætta eisini um gerandisdagin hjá foreldrunum. Hetta er ein íløga í okra børn og framtíðina, skrivar vagur.fo.