Í langa tíð hava vit innrættað okkum við alskyns myrkum og djúpum litum, men nú skrúða vit niður og skifta farvukortið út við meira jarðarkendar litir.
Brúnt, beige, grátt og sartir pastel litir eru stóra rákið í 2019. Vit fara frá at hava innrættað býlið við alskyns litum, til nú at koma meira niður á jørðina við dempaðum og jarðarkendum litum.
##med2##
Vit hava skund sum ongantíð áður, og tí er nú fokus á at skapa okkum eitt heim, ið gevur okkum ró og hvíld tá vit koma heim. Kom niður á jørðina við at velja róligar litir í tí brúnliga farvuskalanum ella dempaðar pastell litir.
Tá alt er hektiskt og gongur so skjótt fyri seg uttanum okkum, er gott at koma heim til eitt róligt býli við avslappaðum huglagi. Tað er sjálvsagt púra individuelt, hvussu akkurát tú skapar ró heima hjá tær. Tað snýr seg um at finna teir møblar og litir, sum gera, at tú kanst kobla av, tá tú kemur heim.
##med3##
Sum heild er hetta árið, har vit flyta okkum frá sterkum og myrkum litum til meira dempaðar og jarðarkendar litir. Møblarnir verða tyngri, bleytari og meira fevnandi - við øðrum orðum koma vit meira niður á jørðina.