Uppi yvir Glyvursvegnum á Argjum liggur nýggja útstykkingin Við Klingurstjørn, har 48 grundøki eru lutað út. Har er rættiliga komið glið á nýbyggingina, og húsini stinga seg upp í heilum har uppi. Á høgru síðu, beint áðrenn ánna, stendur hús nummar 12 - tey eru okkara.
Áðrenn vit settu okkum við tekniborðið, vistu vit at vit vildu hava eina hems ella okkurt slag av einari forskotnari hædd í húsunum. Eyðun Eliasen arkitektur (EYA) hevur fangað okkara tankar so væl og vit fullu beinanvegin fyri flottu húsunum, sum hann teknaði til okkum. Hann hevði teknað okkum eina hems – ella eitt útsýnistorn, sum onkur hevur nevt tað.
##med3##
Einaferð, mitt í byggingini, var tað upp á tal um vit skuldu droppa hemsina. Hon kostar ikki onki at gera og er ikki alneyðug at hava í húsunum. Men vit valdu tíbetur at varðveita hana og eru so glað fyri avgerðina. Hemsin er tað, sum ger okkara hús serlig og vit elska tað, sum er eitt sindur øðrvísi. Har uppi fara vit at sita nógv og njóta tað vakra útsýnið yvir Havnina og Nólsoyarfjørð.
##med2##
Vit ætla at hava eina blanding av kóntóri, bókasavni og hugnastovu uppi á hemsini. Møguleikarnir eru óendaligir og íblástur er nokk at taka av til hvussu tað skal innrættast har uppi. Ætlanin er eisini at gera ein innbygdan bonk í vindeygað við madrassu og pútum, har tað fer at vera so hugnaligt at sita og hyggja heim á Havnina, nú vit fara at gerast argjafrensar.
Inni á @justinussenhome á instagram kanst tú fylgja við meðan vit byggja okkara dreymahús. Fylg við í húsabyggingini og okkara hugleiðingunum og ætlanum við húsunum. Sum børnini hjá okkum plaga at siga – støkk inn gólv, kom inn í nummar 12.