HM í snartalvi hevur verið leikt í New York millum jól og nýggjár.
Magnus Carlsen úr Noregi og Ian Nepomniachtchi úr Russlandi vunnu seg í finaluna.
Magnus Carlsen vann tveir teir fyrstu dystirnar, og manglaði bert at fáa remis (javnleik) í tí triðja talvinum fyri at staðfesta HM-heitið.
Men Ian Nepomniachtchi vann dyst nummar trý og fýra, og so stóð á jøvnum 2-2, og neyðugt var við umdystum. Tríggir umdystir á rað endaðu við javnleiki.
Tá fyrislóg Magnus Carlsen, at hann og Ian Nepomniachtchi deildu HM-heitið. Fyrireikararnir av HM-stevnuni í New York hugdu væl og virðiliga í kappingarlógirnar og regluverkið fyri at tryggja sær, at hetta kundi lata seg gera. Og tá samanum kom samdust fyrireikararnir við Magnus Carlsen og Ian Nepomniachtchi um, at teir kunnu deila HM-heitið í snartalvi. Forsetin í altjóða talvsambandinum, FIDE, Arkady Dvorkovich staðfesti eisini avgerðina um, at Magnus Carlsen og Ian Nepomniachtchi kundu deila HM-heitið.
Hetta er áttanda ferðin Magnus Carlsen vinnur HM í snartalvi. Undanfarnu sjey ferðirnar vann hann tó heitið einsamallur.
Magnus Carlsen hevur eisini verið HM-vinnari í klassiskum talvi fimm ferðir, og somuleiðis HM-vinnari í kviktalvi fimm ferðir. Magnus Carlsen hevur sostatt vunnið samanlagt 18 HM-heiti.