Marita Sumberg heldur fram sum borgarstjóri

Nývalda bygdarráðið í Viðareiðis kommunu hevur nú skipað seg, og greitt er eisini, hvørji umboðini í ymisku nevndunum eru

Nývalda bygdarráðið í Viðareiðis kommunu hevur nú skipað seg.

 

Tað er greitt, at verandi borgarstjóri, Marita Sumberg, heldur fram sum borgarstjóri, og Hans Jákup Kallsberg verður varaborgarstjóri.

Umboðini í ymisku nevndunum og ráðunum eru: 

 

Havnanevnd: Tórhallur Staksá og Hans Jakup Kallsberg. Varaumboð eru Kári V. Olsen og Benjamin M. Absalonsen

 

Skúlastýrið, umboð fyri kommununa: Marita Sumberg og Kári V. Olsen, Varaumboð eru Tórhallur Staksá og Benjamin M. Absalonsen

 

Trivnaðarnevnd: Benjamin M. Absalonsen og Tórhallur Staksá

 

Umboðsráðslimur fyri SEV: Benjamin M. Absalonsen og varaumboð, Kári V. Olsen

 

Umboðráðslimur fyri IRF: Kári V. Olsen og varaumboð Tórhallur Staksá

 

Tekniska nevnd: Hans Jákup Kallsberg og Kári V. Olsen

Skattakærunevndin: Hans Jákup Kallsberg

Umboð í Kommunufelagnum: Marita Sumberg

Umboð fyri NBH (Norðoya Bú-og Heimatænastu): Marita Sumberg og varaumboð: Hans Jákup Kallsberg

 

Garð -hegn og vatnsýnisnevnd: Benjamin M. Absalonsen

 

Hetta vita tey í Viðareiðis kommunu í dag at siga.

 

Soleiðis fall kommunuvalið í Viðareiðis kommunu:

 

##med2##