Mattias H. Lamhauge er framvegis uttanfyri við skaða

Uttan føroyska landsliðsmálverjan í málinum tapti Fredericia á heimavølli

Mattias H. Lamhauge mátti av vøllinum við skaða í útidystinum hjá FC Fredericia móti Sønderjyske

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge fór hóskvøldið 2. mai av vøllinum við skaða í útidystinum hjá liði hansara, FC Fredericia móti Sønderjyske í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tá bert fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini bleiv Mattias skaddur í einari álopsstøðu hjá Sønderjyske. Mattias hálvbjargaði einari roynd frá Søren Andreasen, men bleiv skaddur í støðuni, og so kundi Søren Andreasen lobba bóltin í málið til 2-1 til stóran fagnað fyri heimafjøldina. Mattias mátti av vøllinum, og í hansara stað kom Frederik Mehder.

 

Í stuttari viðmerking til in.fo segði Mattias um skaðan: - Tað er torført at siga. Tað kendist sum økslin fór úr lið og kom uppá pláss aftur. Í løtuni kann eg ikki brúka armin/økslina til tey mest vanligu tingini, men vit fáa at síggja hvussu tað sær út teir komandi dagarnar.

 

Mattias er tíverri framvegis uttanfyri við skaða.

 

Í dag vardi Frederik Mehder málið hjá Fredericia, ið tapti 0-1 fyri grannunum úr Kolding á heimavølli, og tað er eitt tap sum svíður hjá teimum í Fredericia.

 

Fredericia er nummar fýra í ovara endaspælinum við 44 stigum. Fredericia hevur tríggjar dystir eftir at spæla í ovara endaspælinum. Kappingini í næstbestu donsku deildini endar 2. juni.

 

 

 

 

 

Mattias H. Lamhauge mátti av vøllinum við skaða í útidystinum hjá FC Fredericia móti Sønderjyske