Silver League: Luksemborg hevur eina greiða favorittstøðu

Her eru oddsini upp á dystin Føroyar-Luksemborg

Í morgin seinnapartin klokkan 17 spælir føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti triðja dystin í Silver League á hesum sinni.

 

Dysturin verður leiktur í Luksemborg móti vertstjóðini, Luksemborg

 

Farna vikuskiftið taptu føroysku kvinnurnar 0-3 (13-25, 10-25 og 15-25) fyri Montenegro, og 0-3 (16-25, 13-25 og 19-25) fyri Georgia.

 

Luksemborg tapti í farnu viku 0-3 fyri Portugal og 0-3 fyri Finnlandi.

 

Altjóða veddingarfyritøkur hava Luksemborg sum ein greiðan favoritt til at vinna á Føroyum í morgin.

 

Miðaloddsini upp á ein sigur til Luksemborg eru so lág sum 1,14.

 

Miðaloddsini upp á ein sigur til Føroyar eru 5,16.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##