Aftur í ár verða tað átta lið, ið fara at dystast í Betrideildini hjá kvinnum, sum fer av bakkastokki mikudagin 19. mars. Tíverri er liðið úr Suðuroynni, TB/FCS/Royn tikið úr kappingini, men hinvegin kunnu vit fegnast um, at kvinnuliðið hjá 07 Vestur aftur er at finna í fremstu røð, skrivar Fótbóltssambandið.
Og eins og í fjør verður kappingin skipað sum eitt grundspæl og eitt endaspæl. Í grundspælinum spæla liðini tvær ferðir móti hvør øðrum, og síðani fara nummar 1 til 4 í ein bólk fyri seg at kappast um FM, meðan liðini frá nummar 5 til 8 fara at dystast um at vinna niðara bólkin.
Samanborið við kappingina í fjør, tá liðini møttu hvør øðrum tvær ferðir í endaspælinum, verður endaspælið í ár skipað soleiðis, at liðini møta møtast tríggjar ferðir.
Í endaspælinum fær nummar 1 í grundspælinum fimm heimadystir – tveir móti nummar 2, tveir móti nummar 3, og ein móti nummar 4. Nummar 2 fær eisini fimm heimadystir – tveir móti nummar 3, tveir móti nummar 4, og ein móti nummar 1. Nummar 3 og 4 í grundspælinum fáa fýra heimadystir í endaspælinum. Nummar 3 fær tveir heimadystir móti nummar 4, meðan nummar 4 fær tveir heimadystir móti nummar 1.
Níggjunda og síðsta umfar í endaspælinum verður spælt leygardagin 4. oktobur.
Skráin fyri grundspælið sæst her: Betrideildin kvinnur 2025 (grundspæl)
Í steypakappingini er fyrsta umfar á skránni mikudagin 21. mai, fjórðingsfinalurnar vera spældar 18. juni, meðan hálvfinalurnar verða 14. og 24. septembur. Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 11. oktobur.