Italska forsætisráðfrúan, Giorgia Meloni, verður millum gestirnar, tá Donald Trump mánadagin verður settur í starv sum amerikanskur forseti í Washington, D.C.
Tað upplýsir skrivstovan hjá italsk forsætisráðfrúnni, sambært tíðindastovuni AFP.
Hóast eingin siðvenja er hjá útlendskum stjórnarleiðarum at vera við til forsetavígslur í USA, so hava fleiri evropeiskir leiðarar og politikarar fingið innbjóðing frá Trump.
Hetta er millum annað galdandi fyri bretska høgravenda politikaran Nigel Farage og ungarska forsætisráðharran, Viktor Orbán.
Orbán hevur tó boðað frá, at hann ikki verður til staðar, tá Trump verður tikin í eið sum 47. forseti í USA.
Eisini eru fraklendingurin Eric Zemmour, formaður í anti-tilflytaraflokkinum Reconquête, og tveir leiðandi limir í týska flokkinum Alternative für Deutschland (AfD) boðin við.
Harumframt luttaka allir livandi fyrrverandi forsetar - Bill Clinton, George W. Bush og Barack Obama - og konur teirra, undantikið Michelle Obama.
Eisini verða miljarderar sum stjórin í Tesla og X-eigarin Elon Musk, fyrrverandi Amazon-stjórin Jeff Bezos og stovnarin av Facebook, Mark Zuckerberg, við til vígsluna.
Vígslan fer fram í rotunduni undir kuplinum í amerikanska Capitol-bygninginum.
Vanliga verður hátíðarhaldið uttan fyri kongressbygningin á Capitol Hill, men orsakað av kuldanum er tað flutt inn.
Giorgia Meloni og Trump hava hitst tvær ferðir, síðani Trump vann amerikanska forsetavalið í november.
Hon vitjaði seinast Trump á bústaði hansara í Mar-a-Lago í Florida, og í tí sambandi kallaði hann hana fyri "eina ótrúliga kvinnu", skrivar AFP.
Flokkurin hjá Meloni, Brøður Italia, hevur leingi havt tætt samband við Steve Bannon, fyrrverandi høvuðsstrategan í Hvítu Húsunum og ein av strategunum aftan fyri sigurin hjá Trump á forsetavalinum í 2016.
Meloni hevur eisini góð sambond við Elon Musk, sum er tættur felagi hjá Trump og er settur sum leiðari fyri einum komandi ráðharraráð fyri effektivitet í umsitingini hjá Trump.
/Ritzau/