Fleiri fólk fingu skaða í einum skottilburði í ísraelska strandabýnum Tel Aviv í dag. Tað boðar ísraelska løgreglan frá, sambært fleiri miðlum.
- Fólk við skaða eru á staðnum, og stór løgreglulið eru í løtuni á veg á staðið. Umstøðurnar eru ógreiðar í løtuni, sigur løgreglan í eini fráboðan, sambært tíðindastovuni AFP.
The Jerusalem Post blaðið skrivar, at ein av gerningsmonnunum varð "neutraliseraður" á staðnum.
Tann orðingin merkir vanliga, at viðkomandi varð dripin av løgregluni.
Skjótingin fór fram á Levontin gøtuni í Tel Aviv.
Upplýsingar um skottilburðin eru framvegis sparsar.
Tað er heldur ikki greitt beinanvegin, hvat motivið er.
##med2##
##med3##
/Ritzau/