- Her fara tey at viðmerkja aktuellar hendingar, stendur í fráboðan frá Forsætismálaráðnum.
Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur hótt við at brúka hermegi fyri at fáa tamarhald á Grønlandi, og hann hevur hótt Danmark við búskaparligum revsitiltøkum.
Í gjárkvøldið fekk Mette Frederiksen tí vitjan av floksforfólkum á Fólkatingi og teimum norðurlendsku fólkatingslimunum.
Her gav forsætisráðharrin kunning um støðuna, og tað kom undan kavi, at danska stjórnin hevur rætt hondina út at fáa ein dialog við starvsfólkini hjá Donald Trump eftir hóttanir hansara.
Hann tekur ikki alment við sum forseti í USA fyrr enn 20. januar.
Aftur í 2019, tá Donald Trump var í sínum fyrsta valskeiði sum forseti, vildi hann keypa Grønland.
Tá vísti Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, tilboðnum frá sær og kallaði tað "absurt".
Nógv er hent síðani tá. Fyri skjótt trimum árum síðani gjørdi Russland innrás í grannalandið Ukraina, og síðani hevur Danmark verið millum størstu stuðlarnar hjá Ukraina - bæði við búskaparligum og hernaðarligum stuðli.
Undir amerikanska valstríðnum í fjør hevði Donald Trump útsagnir, sum settu iva í, um framhaldandi stuðulin hjá USA til Ukraina.
Hesaferð hevur Mette Frederiksen tikið ein meira diplomatiskan tóna mótvegis Trump við útsøgnum sum "grønlendingar eiga Grønland".
Múte B. Egede hevur fleiri ferðir lagt dent á, at Grønland ikki er til sølu.
Hann og Mette Frederiksen høvdu tingfund fríggjadagin saman við løgmanni í Føroyum, Akseli V. Johannesen.
/Ritzau/
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##