Mikkjal og AIK halda fast í bronsuplássinum

AIK Stockholm vann á Elfsborg

Mikkjal K. Thomassen og hansara menn í AIK Stockholm halda fast í triðja plássinum í bestu svensku fótbóltsdeildini, ið gevur atgongd til Conference League undankappingina komandi kappingarár.

 

Á heimavølli á Strawberry Arena leikvøllinum eydnaðist tað AIK at vinna 2-1 á Elfsborg.

 

Tað vóru bert farin 62 sekund av dystinum, so hevði Ioannis Pittas lagt AIK á odda 1-0 aftaná gott forarbeiðið hjá Onni Valakari.

 

Dino Besirovic økti til 2-0 í 68. minutti. Tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini minkaði Elfsborg um munin, men AIK megnaði at halda tætt tað sum eftir var av dystinum, og vann ein sera týdningarmiklan sigur.

 

AIK hevur 51 stig á triðja plássinum, tvey færri enn Hammarby. Fremst er Malmö FF við 58 stigum.

 

Djurgården er fýra stig aftanfyri AIK, men teir hava spælt ein dyst færri. Í annaðkvøld tekur Djurgården móti Västerås á heimavølli.

 

Í næstseinasta umfarinum mánakvøldið 4. november spælir AIK móti IFK Norrköping á útivølli. Seinasti dysturin hjá AIK verður á heimavølli móti Halmstad, sunnudagin 10. november.

 

Bæði Norrköping og Halmstad eru í niðurflytingarvanda, og tí verður talan um tveir torførar dystir.