Eir Pálsdóttir, sum er ein av stigtakarunum, handaði løgmanni tær 1235 undirskriftirnar.
Hon vónar, at mótmælini verða tikin til eftirtektar. Tí, tað eru fleiri, sum eru ímóti ætlaðu vegaføringini. Bæði politisk økisfeløg og onnur ætla at senda hoyringarskriv ella hava longu sent hoyringarskriv.
- Vit sótu á fundi og høvdu skrivað hoyringarskriv. Vit hugsaðu, hvat meira kundi gerast. Henda innsavningin vísir, at tað ikki bara eru sandoyingar sum eru ímóti hesum, tí vit hava undirskriftir úr øllum Føroyum, sigur Eir Pálsdóttir.
Kann økta ferðslan ikki verða mennandi fyri sandsbygd?
- Tá nógv ferðsla kemur mitt inn í eina bygd, hevur tað ofta við sær, at bygdin verður kloyvd í helvt. Børn og vaksin ferðast tvørtur um Sandafløttin í dagstovn, skúla og arbeiðis, og tí halda vit ikki, at ein landsvegur hóskar at liggja mitt í bygdini, sigur Eir Pálsdóttir.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##