Í eysturbýnum búgva nógv fólk, men tað er sjáldan at býarparturin er eitt evni, sum tað politiskt verður kjakað um. Tað er heilt vist, at eysturbýurin er eitt gott stað at búgva. Lendið er slætt og økið liggur sentralt í mun til miðbýin og eisini í mun til restina av býnum. Busssambandið er ikki so galið, men tað kundi verið betri.
Eitt sum upptekur fleiri fólk í eysturbýnum eru ætlanirnar at úbyggja Tórshavnar Havn eystureftir fram við Skansanum. Eisini er staðseting av Tjóðleikhúsinum nakað, sum hevur vi eysturbýin at gera. Og so er tað hjá nógvum eitt ynski at gøta verður gjørd fram við gøtuni yviri við Strond.
Í eysturbýnum er veganetið rímiliga væl útbygt og tað er ikki so galið at koma aftur og fram. Men ferðslutrygdin er altíð ein avbjóðing í bústaðarøkjum og tað upptekur nógv fólk.
Hesi evni, og onnur afturat, vera á skránni í auluni í Eysturskúlanum í kvøld, har skipa verður fyri valfundi við luttøku frá flokkum og listum, sum stilla upp til býráðsval. Høgni í Stórustovu verður orðstýrari.
So, býrt tú í eysturbýnum og vilt hava ávirkan á nærdemokratiið, so er bara at koma í eystuskúlan í kvøld kl. 19
Vegna fyrireikarnar: Jón Kragesteen