- Ukrainar rinda prísin við teirra lívum, tá vápn ikki koma, og vit fara øll at rinda ein nógv hægri prís, um Vladimir Putin ikki verður steðgaður.
Tað segði Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, sum er í ukrainska høvuðsstaðnum í dag.
Her viðgongur hann, at Nato hevur verið ov ússaligt at latið Ukraina vápn, men nú er gongd komin á.
Á tíðindafundi sigur Nato-aðalskrivarin, at øll fara at rinda ein hægri prís, um Vladimir Putin ikki verður steðgaður.
- Tað er ikki ov seint at steðga russiska forsetanum, og tað er ikki ov seint hjá Ukraina at vinna kríggið, legði Jens Stoltenberg aftrat.